Runavíkar kommuna
Leygardagin 5. september, verður skipa fyri FM í langteini. Súkklað verður í okkara kommunu og kring Skálafjørðin í langteini, har rutan er spennandi og krevjandi. Ein kapping, har styrki, taktikkur og úthaldni verða avgerandi.
Kappingin byrjar á Skála kl. 10.00 og væntast liðug uml. kl. 15.00
Heitt verður á fólk um at vísa varðsemi á rutuni. Vaktir koma at standa við knútapunkt, so trygdin verður í lagi.
Les meira á heimasíðuni hjá Sersambandið fyri súkkling og triathlon