Spenningur var til síðsta skot var skotið, á breytuni hjá Eysturskot í Leirvík áðrenn FM í Nordisk Trap bleiv avgjørt.
Eysturskot sá tørvin á eini Nordisk Trap breyt í Føroyum, og tók í 2022 stig til at útbyggja breytuna í Leirvík soleiðis at nú eisini er møguleiki at skjóta Nordisk Trap í Føroyum.
Eysturskot hevur havt eina royndartíð sum skuldi vísa um nakar áhugi var fyri hesi greinini, og ikki kann sigast annað enn at væl hevur gingið.
Í gjár skipaði Eysturskot av sínum eintingum fyri fyrsta FM í Nordisk Trap, har ikki minni enn 29 Skjúttar skutu við í kappingini, og tað er met í føroyskari leirdúgvuskjóting, sum hevur 43 ár á baki.
Vinnarin av FM 2023 gjørdist Alex Johannesen frá Eysturskot. Tað var so tætt, at Shoot Off mátti til ímillum Alex Johannesen og Hans Erik S Jensen frá Sunda Byrsufelag, áðrenn vinnarin bleiv kosin. Unga stjørnuskotið úr Eysturskot, Harry mikkelsen gjørdist nummar 3.
FM fyri unglingar vann Harry Mikkelsen frammanfyri Marius Gaardlykke. Bronsuna í FM fyri ung vann Mikal Osbjørnsson.Allir úr Eysturskot.
Fyri at kunna luttaka í FM skuldi skjútti hava luttikið í minst 2 kappingum áðrenn FM.
Aftan á FM kappingina, bleiv skotið um dagsins kapping, og hana vann tann ungi Harry Mikkelsen frammanfyri Alex Johannesen og Hans Erik S Jensen.
Nú hettar kappingar árið er liðugt, staðfestur Eysturskot, at tað er heilt sikkurt, ein bjørt framtíð fyri felagið, sum hevur eina góða tilgongd av ungun skjúttum.
