Badmintonsamband Føroyar
Leygardagin 17. februar skipaði Badmintonsambandið fyri FM fyri lið í Klaksvík. Hetta var eitt sera spennandi FM, og í flestu aldursbólkunum varð onki avgjørt fyrr enn seinasti dysturin var liðugur. Kappast var í U11, U13, U15 og U17/19.
Liðkappingin er ein týðandi grein innan badmintonítróttina, eisini tá leikarar eru til ávísar kappingar uttanlands. Í 2023 vann føroyska badmintonlandslið millum annað gull í liðkappingini til Oyggjaleikirnar á Guernsey.
Niðanfyri eru myndir av Føroyameistarunum fyri lið í badminton 2024.
Fleiri myndir og úrslit eru at síggja á facebook vanganum hjá Badmintonsambandi Føroya.
Deil á Facebook