Í dag kl. 12.30 lat Føroya fyrsta flótandi Sauna upp á Glyvrum.
Tað eru teir tríggir, Meinhard E. Olsen, Michal D. Przybylski og Rói Mørk Hentze, sum standa aftanfyri verkætlanina Saunadypp.
Teir hava allir verið virknir innan ítrótt, og eru teir serliga eru kendir innan fótbóltsheimin.
Tað var annars oddamaðurin av Saunadypp, Meinhard E. Olsen, sum í góðveðrinum bjóðaði teimum í vóru møtt upp, vælkomin, og greiddi stutt frá um hetta nýggja vælverutilboðið sum teir hava latið gera.
Síðani var tað borgarstjórin í Runavíkar Kommunu, Tórbjørn Jacobsen, sum helt eina røðu, har hann m.a. hugleiddi um økið og tær ætlanir sum kommunan hevur, og frøddist annars um at Saunadypp nú stendur á Glyvrum.
Verkætlanin, Saunadypp, byrjaði í seinnu helvt av 2023 og fyrst í 2024 var farið í gongd við at byggja sjálvan flakan, sigur Meinhard E. Olsen. Hóast onkrar snávingarsteinar á vegnum, so hevur gingist væl, og fegnast teir tríggir nú um, at verkætlanin endaliga er vorin veruleiki.
Meira kann lesast um Saunadypp her: www.saunadypp.fo
Myndir: Eysturoyarportalurin




















