Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.11.2022 08:31

Fleiri eysturoyingar koyrdu ov skjótt

Mynd: Politi.fo

Løgreglan var úti og gjørdi ferðslukanningar í Eysturoynni í gjár.

Heili seks bilførarar vóru tiknir fyri at koyra ov skjótt. Í Gøtugjógv vóru tveir tiknin fyri at koyra ávíkavist 76 og 69 km/t, har mest loyvda ferð er 50 km. Eisini vóru 7 bilførarar tiknir fyri at tosa í fartelefon á hesum vegastrekkjinum.

Á Toftum vóru tríggir bilførarar tiknir at koyra ov skjótt, meðan millum Fjarða var ein bilførari tikin fyri at koyra 113 km/t, har mest loyvda ferð er 80 km.