Fjølbroytt flaggdagstiltak verður í Bátahylinum á Skála flaggdagin 25. apríl 2023, kl. 16.30.
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum og við ættarbondum av Skála hevur játtað seg at halda flaggdagsrøðuna á Skála í ár.
Tónleikur og felagssangur fer at seta dám á løtuna.
Eins og í fjør verður eisini kondibingo við nógvum vinningum. Gingið verður úr bátahylinum út til gøtuna oman við Prestá, víðari út á Berjarheygg og so heim aftur í bátahylin.
Gamalt var at flota kappróðrarbátar á flaggdegnum. Tí gleðast vit eisini um, at Skála róðrarfelag leggur at landi við bryggjuna og bjóðar áhugaðum ein rógvitúr.
Møguleiki verður at keypa sær drekkamunn við nýbakaðum vaflum. Til ber at gjalda við korti.
Tað er 6. flokkur í Skála skúla, sum skipar fyri hesum tiltaki, í sambandi við at tey skulu á námsferð til Edinburg í summar.
Fyriskipararnir vóna at síggja nógv fólk til eitt hátíðarligt og hugnaligt tiltak.
