
Søkt verður eftir handverkara at byrja skjótast gjørligt.
Vit bjóða eitt áhugavert, fjølbroytt og sjálvstøðugt arbeiði, í avbjóðandi umhvørvi. Felagið ger stórar útbyggingar í Havnini, og fer at leggja um til meira varandi orku, so talan er um eitt framsøki og mennandi starv fyri rætta umsøkjaran.
Førleikakrøv:
Vit søknast eftir einum handverkara, rørsmiði, maskinsmiði ella elektrikara.
Vit leggja dent á, at tú hevur góð samstarvsevni, ert arbeiðssamur og nærlagdur.
Arbeiðsuppgávur:
Umframt vanligar rakstraruppgávur og vaktarskipan, fevnir starvið um viðlíkahald av netinum, eftirlit við útbyggingum, kundatænastur, o.a.
Løn og setanartreytir sambært sáttmála við avvarðandi felag.
Umsókn:
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, viðmælum o.ø. skal sendast til Fjarhitafelagið P/F
Smyrilsvegur 13
Postrúm 3215
110 Tórshavn
Ella sum teldupostur: fjarhiti@fjarhiti.fo
Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 20. novembur 2022. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hans Chr. Dam, stjóra, á telefon 319559 ella 214062. Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.
Meira fæst at vita um Fjarhitafelagið á heimasíðu okkara: www.fjarhiti.fo