Mynd: Fjarðarrok.fo
Tiltakið er staðsett á bryggjuni í Skálafirði, og er eitt familju og barnavinarligt tiltak, har alt undirhaldið uttan dansurin, sum byrjar kl 24.00, er ókeypis.
Møguligt er at seta húsvognar á økið, og wc-skúrar og aðrir hentleikar eru á økinum. Bátahylurin í Skálafirði er eisini sera væl egnaður til stuttleikabátar. Har er rúm fyri fleiri bátum. Í stóra tjaldinum, verður ymiskt undirhald. Nakrar forkunnigar tónleikaframførslur, konsertir og dansur verða. Møguleiki er eisini at keypa góðan fjarðabúff, við øllum tilhoyri, eins og tostadrykkir av ymsum slag kunnu keypast.
Atgongumerkir fáast á Fjardarok.fo og Atgongumerki.fo
Fríggjadagur 16. Juni
kl. 18:00 – Spæliland letur upp
kl. 19:00 – Kári P.
kl. 21:00 – Eysturoyar Dansifelaga
kl. 24:00 – Dansur við Tinganest
Leygardagur 17. Juni
kl. 11:00 – Spæliland letur upp
kl. 13:00 – BUBU
kl. 13:00 – Spæliland letur ókeypis pylsur og sunkist til børnini framm til kl. 17:00
kl. 15:00 – Trølla Pætur og Omman við Ommudidd
kl. 17:00 – Signar í Homrum
kl. 18:00 – Danny og Ingi
kl. 19:00 – Hamradun Trio
kl. 21:00 – Bál og Røða
kl. 21:30 – Felagssangur v/ Jústines, Dan og Artur
kl. 24:00 – Dansur v/ Ronny, Kim og Steintór
