Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.05.2026 12:27

Fimleikafelagið Flog havt aðalfund

Fimleikafelagið Flog

Á ársaðalfundinum hjá Flog, varð hugt aftur á eitt gott, og til tíðir avbjóðandi ár hjá felagnum. Víst varð á, at fimleikafagnaðurin gekk sera væl, umframt nógv góð úrslit í øðrum kappingum. Tað er týðiligt, at fólk eru góð við Flog og ynskja at stuðla og hjálpa til. Limatalið heldur áfram at vaksa, og tað gleðir okkum serliga, at vit eisini fáa fleiri limir úr grannabygdunum.

Lena Lambaa og Christina Holm Davidsen valdu at takka fyri seg í nevndini, men gleðiliga vóru fleiri, sum ynsktu at taka við. Tað fegnast vit um – tað er altíð gott við nýggjari orku og nýggjum hugskotum.

Vit vilja senda eina hjartans tøkk til Lenu og Christinu fyri alla tíðina, arbeiðið og eldhugan, tær hava lagt í felagið. Vit eru ómetaliga takksom fyri stóra arbeiðið, tær hava gjørt.

Nevndin hevur nú skipað seg soleiðis:

Thordur Egholm, forfólk

Maria Reinert-Petersen, næstforfólk

Nikolina Kristiansen, kassameistari

Rósa Gaardlykke Egholm, skrivari

Katrin Madsen, nevndarlimur

Ester Á Dalbø Gregersen, tiltakslimur

Gunnrið Á Lakjuni Samuelsen, tiltakslimur

Vit gleða okkum til eitt nýtt ár við góðum løtum, sterkum felagsskapi, samanhaldi og sjálvandi nógvum fimleiki.