Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.03.2024 08:48

Filmslið var á vitjan hjá kappróðrarfelagnum Tindi

Mynd: Eysturoyarportalurin

Í góðveðrinum í gjár var Nexiko, eitt filmslið úr Norra, á vitjan hjá Kappróðrarfelagnum Tindi í Norðragøtu, har tey tóku upp til eina sending, sum verður víst í NRK.

Dagurin skuldi upprunaliga verða leygardagin, men vegna veður bleiv tað útsett til í gjár.

Sjálvt um veðrið ikki var til vildar leygardagin, so var filma í venjingarhølinum og í Bátasavninum í Leirvík, samstundis sum eisini var vitja á bátasmiðuni í Norðragøtu hjá Høgnesen Bátasmíð.

Kappróðrarfelagið mannaði 6 bátar, meðan øll tilbúgvingin, Sløkkiliðið í Eysturkommunu, við bjargingarbáti og Klaksvíkar sjúkrahús eisini vóru til staðar til til upptøkurnar.

Eysturoyarportalurin var á staðnum og tók nakrar myndir.