Tað var umleið kl 21.30 í kvøld, at løgreglan fekk boð um eitt ferðsluóhapp í Saltangará. Ein bilur var farin av vegnum, og við nógvari ferð farin inn í síðuna á byggninginum, har Etika nú heldur til á Høgabóli. Sum sæst á myndinum so er bilurin illa farin.
Løgreglan upplýsir fyri Eysturoyarportalinum at eingin mannskaði tó stóðst av óhappinum, men at blóðroynd er tikin av førarinum.


