Mynd: Politi.fo
Løgreglan upplýsir fyri Eysturoyarportalinum, at í gjár umleið kl 16.00 fekk løgreglan eina fráboðan um, at eitt ferðsluóhapp var hent á Toftum. Á vegamótinum Toftavegur/Høganesvegur, tætt við niðankoyringina til Svangaskarð.
3 persónbilar vóru við í óhappinum og løgreglan upplýsir, at nokk er tað víkiskyldan sum ikki var hildin. Tveir av bilinum vóru so illa farnir, at teir ikki kundu koyra av staðnum. Ein persónur var fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, men sum skilst, so var tað ikki nakað álvarsligt.
Løgreglan fekk eisini eina fráboðan í gjár um 20.00 tíðina, at ein drongur var dottin á skutara. Hetta var hent á Skála. Hví óhappið hendi veit løgreglan ikki nakað at siga um, men drongurin fekk onkran snudd í høvdið og í fótin.
