Fyri løtu síðani fekk løgreglan boð um, at eitt ferðsluóhapp var hent á krossinum við Rituvíksháls. Sjúkrabilur og løgregla er á staðnum.
Løgregluni upplýsir fyri Eysturoyarportalinum, at óhappið hendi, tá ein bilur sum kom frá “Agninum”, koyrdi útfyri ein bil, sum var á veg til Rituvíkar. Eitt sokallað “víkjuskyld-óhapp”.
Ein persónur var fluttur á Landssjúkrahúsið, tí viðkomandi hevði pínu í arminum.