Nakað yvir kl. 13 seinnapartin fekk løgreglan fráboðan um eitt ferðsluóhapp uppi á Gøtueiðið, tætt við Hólheygar. Sjúkrabilar, løgreglan og sløkkiliðsbilur vóru øll send á staðið.
Vatkleiðarin á løgreglustøðini upplýsir fyri Eysturoyarportalinum, at talan er um ein samanstoyt millum tveir bilar har eitt fólk var í hvørjum bilinum.
Langar bilrøðir eru báðar vegir, og vegurin er ikki stongdur, men verður ferðslan eftir førimuni leidd gjøgnum gamla vegin omanfyri Syðrugøtu, verður sagt av løgreglustøðini.
DAGFØRKNG KL. 14:30
Koyrandi er aftur sum vanligt omanfyri Syðrugøtu.
