Í morgin fríggjadagin 7. juli kemur ferðamannaskipið Maud frá reiðarínum Hurtigruten inn á Runavíkar Havn.
Maud fer at liggja við bryggju frá kl. 8.00 til 16.00. Skipið er 136 metrar langt, og umborð eru 204 ferðafólk úr UK, Norra, Týsklandi, Fraklandi og USA.
Umboðsfelag er Faroe Ship, og túrsmiður GreenGate Incoming.