Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.05.2024 08:55

Ferðamannaskipið Amadea á Runavík í gjár

Mynd: Runavíkar Havn

Runavíkar Havn

Á heimasíðuni hjá Runavíkar Havn siga tey soleiðis um vitjanina:

“Ferðamannaskipið Amadea, sum hevur vitjað Runavíkar havn fleiri ferðir áður, lá við bryggju í gjár frá kl. 8.00-18.00.

Tey 530 ferðafólkini, ið øll vóru úr Týsklandi, vóru útferðir fyrrapartin og hugnaðu sær í nærumhvørvinum seinnapartin. Kl. 15.00 varð skipað fyri konsert og føroyskum dansi fyri útlendsku gestunum. Ein deilig løta við Løkin í Runavík.

Vit ynskja skipinum eina góða ferð víðari, og vit gleða okkum til at taka ímóti systurskipinum Artania, ið vitjar okkum tvær ferðir í summar.

Umboðsfelagið hjá Amadea er Tor Shipping.”

Myndir: Runavíkar Havn