Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.09.2022 13:19

Feilur í innbjóðingina til Hugnakvøld fyri 60+ – Fuglafjarðar Kommuna

Mynd: Fuglafjordur.fo

Tíverri hevur ein keðiligur slagfeilur snýkt seg inn í innbjóðingina, sum er farin út í postkassarnar hjá borgarunum  sum eru 60+ í gjár

Telefonnummari sum tey skulu ringja til fyri at melda til er sjálvandi 66 80 00 og ikki 68 80 00


Hugnakvøld

Fuglafjarðar kommuna bjóðar øllum borgarum í kommununi, sum eru 60 ár og eldri, til eitt hugnakvøld.

Hugnakvøldið verður skipað saman við Eysturkommunu

Tiltakið verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði týskvøldið 27.september 2022 klokkan 17:30

Skráðin:

  • Vælkomin
  • Ein góður bitið
  • Felagssangur
  • Undirhald við Niklas Hera Jákupsson
  • Tónleikaframførsla
  • Avbjóðingar á eldraøkinum
  • Eldraráð
    • Umboð frá eldraráðnum í Norðoyggjum
    • Eldraráð fyri Fuglafjarðar Kommunu og Eysturkommunu *

Melda til við at ringja ella skriva til kommununa:
info@fuglafjordur.fo,

tlf. 66 80 00

*Fuglafjarðar Kommuna og Eysturkommuna hava avgjørt at seta eitt felags eldraráð á stovn sambært § 6. stk 2. í Løgtingslóg nr. 19 um heimatænastu, eldrarøkt v.m.