Seinnapartin sunnudagin 17. septmeber fekk MRCC fráboðan um, at nótabáturin Norðingur hevði fingið tekniskt brek, og hevði brúk fyri sleip til lands. Norðingur var tá staddur í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar.
Fagraberg, sum tá var áveg inn at landa, var tætt hjá og tók tí Norðing á sleip, tí Brimil var tá staddur sunnanfyri Føroyar.
Fagraberg sleipaði Norðing heilt inn á Fuglafjørð, har Brimil tók ímóti.
Eftir at tað var landað, tók Brimil og sleipaði Norðing inn á Klaksvík.
Frá tí at MRCC fekk boðini, inntil Brimil kom inn á Klaksvík við Norðingi, tók í alt gott 62 tímar.
Deil á Facebook