Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.11.2026 12:29

Nógv fólk til upplatingina hjá Á í Norðragøtu (Myndir)

Mynd: Eyp.fo

Nógv fólk leitaðu sær oman á Oyrina í Norðragøtu í morgun, tá nýggi Á-handilin lat upp klokkan 10.

Fleiri vóru komin í góðari tíð og stóðu og bíðaðu uttanfyri fyri at vera millum tey fyrstu at síggja nýggja handilin.

Tá hurðarnar lótu upp, vóru tað smábørnini úr Dagstovninum við Gjáa, sum sluppu fyrst inn.

Gamli PE-handilin hevur í nógv ár húsast í trongum hølum. Nýggi handilsbygningurin er umleið 1.200 fermetrar, og við nýggja Á-handlinum fáa kundarnir betri pláss, breiðari vøruúrval og betri parkeringsmøguleikar.

Myndir: Eyp.fo