Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.06.2023 09:00

Eysturrutan gevst

Mynd: Eysturrutan

Eftir at Eysturrutan hevur rikið shuttle-koyring til Flogvøllin í 8 ár, eru tey nú givin við virkseminum. Hetta boðar Eysturrutan frá á heimasíðu síni.

Orsøkina siga tey vera at, síðani koronatíðina hevur ikki verið grundarlag fyri virkseminum, og heldur virksemi tí uppat.

Eysturrutan endar á heimasíðuni við at siga: “Vit vilja takka kundum og samstarvsfeløgum fyri tíðina“.