Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.09.2022 11:17

Eysturoyingar koyrdu ov skjótt

Mynd: Politi.fo

Sambart in.fo so koyrdu nakrir bilar ov skjótt í Eysturoynni í gjár.

Í gjár var løgreglan í Eysturoynni við lasaranum og máldi, hvussu skjótt bilarnir koyrdu. Og tað var ikki til fánýtis, tí har vórðu seks bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt – og teir alt ov skjótt. Fýra av teimum eru skrásettir fyri at koyra ímillum 106 og 110 kilometrar um tíman har tað er loyvt at koyra 80, so teir fáa allir eitt klipp í koyrikortið, umframt eina bót upp á 2.000 krónur í part.

Men so varð eisini ein bilførari tikin fyri at koyra yvir 120 kilometrar um tíman, og hann fær eina bót upp á 2.500 krónur, umframt at hann missur koyrikortið treytað. Sostatt má hann taka tað av nýggjum, annar missur hann tað.

Og tá ið løgreglan var á veg suður aftur, varð eisini ein bilførari tikin fyri at koyra ímillum 101 og 110 kilometrar um tíman, so hann fær eisini bót.