Sambært Hagstovu Føroya, so vaks fólkatalið í Eysturoynni við heili 199 fólkum frá 2022 til 2023.
Størsti fólkavøksturin var rundan um Eysturoyartunnilin. Í Runavíkar kommunu búðu 53 meiri fólk í 2023 enn tað gjørdi í 2022. Og í Sjóvar kommunu vóru tað 41 fleiri, meðan í Nes kommunu var tað 48 meira fólk enn í 2022.
22,9 prosent av samlaða íbúgvunum í Føroyum búgva í Eysturoy, sum er 12.553 fólk.
* Kelda: Hagstova Føroya.
Sí yvirlit fyri 2022 og 2023 (2022, 2023, persónar og %)


