Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.01.2024 07:13

Eysturoyartunnilin lekur

Løgreglan gjørdi vart við í nátt, at tað lekur úr loftinum í Eysturoyartunnilinum.

Løgreglan skrivar soleiðis á Facebook-vanganum:

Kl. 0245:

í løtuni rennur vatn úr loftinum í Eysturoyartunnilinum niður á koyribreytina. Bilførarar gjørdu vart við hettar sunnukvøldið, stutt fyri miðnátt.

Hettar hendur 610 metrar inni í tunnilinum frá munninum á Hvítanesi.

Tunnilsfelagið og serkøn fólk hjá Articon hava hugt uppá lekan og meta ikki, at nakar vandi er av hesum, men tó kunnu fólk hvøkka við, og tí gera vit vart við hattar.

Ivaleyst vatn sum hevur staðið í helluni, og sum nú er fari at renna, tí hol er komi í sproytibetongið, sum tunnilsveggurin er klæddur viď.

Lekin verður umvældur sum skjótast – møguliga mánakvøldið. Góðan dag ynskja vit tykkum øllum.

Vaktleiðarin