Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.05.2023 10:16

Eysturkommuna umhugsar nýtt graslíki í Leirvík

Mynd: Uppi á Brekku I Leirvík

Býráðsfundur verður í Eysturkommunu í morgin. Á skránni eru fleiri áhugaverd mál.

Eitt av hesum málum er, um farast skal undir arbeiðið at skifta gamla graslíki á vøllinum upp á Brekku í Leirvik, út við nýtt graslíki. Graslíki sum nú liggur á í dag, er frá 2012.

Eitt annað mál til fundin í dag, er nýmótansgerð av umstøðurnar í skúlanum í Leirvík, har eitt vælveru øki uttanfyri núverandi svimjihøll í Leirvík skal gerast. Ætlanin er at gera eitt útiøki uttanfyri svimjihøllina har tað vera hitapottar, ein kaldur pottur og møguliga eisini ein sauna.

Eitt annað mál á skrá er ætlanin, at gera ábøtur á núverandi spæliplássi í Syðrugøtu og gera nýtt spælipláss í Leirvík. Hendan ætanin fer at kosta 750.000 kr fyri hvørt spælipláss.

Og so er eisini ætlanin, at seta upp minnisvarða fyri tey sjólætnu upp á einum øki í Gøtugjógv, har parkeringspláss í dag eru.

Býráðsfundurin byrjar kl. 17.00 í morgin.