Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.08.2022 15:12

Eysturkommuna handað Leirvíks Páll skótunum neystagrund

Mynd: Eysturkommuna

Eysturkommuna hevur í dag handað Leirvík Páll skótunum eina neystagrund við sandin í Leirvík.

Borgarstjórin í Eysturkommnu Per Martin Gregersen sigur soleiðis við Eysturoyarportal: “Tá vit hava frítiðartilboð, so má kommunan verða ein viðspælari. Ikki bara við fíggjarligum stuðli. Í hesum førinum er talan um eina neystagrund, har skótarnir hava ætlanir um at byggja eitt neyst á. Neysti skal so húsa útgerð og Kano ið verður nýtt í hylinum úti í Bug í Leirvík. Hetta fara børn og ung í kommununi vónandi at njóta gott av”.