Myndir: JÓK/Eysturkommuna
Tað verður gjørt nógv burturúr allastaðni í Eysturkommunu í hesum døgum.
Ein heilt serligur dámur er yvir bygdinum í Eysturkommunu í løtuni og er ljósablátt at síggja allastaðni ein vendir sær.
Eisini skúlarnir hava havt vitjan av Betrideildarleikarunum frá Víkingi. Í dag vitjaðu Geza Turi, Olaf Bárðason, Bárður á Reynatrøð, Noah Mneney og Ari Olsen í Gøtu skúla.
Og ein av lærarunum sum skipaði fyri var Súni Olsen, sum hevur eina fortíð bæði hjá Víkingi og KÍ.
Eysturoyarportalurin var við og tók nakrar myndir.





























