Mynd: Eysturoyarportalurin
Borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen, upplýsir fyri Eysturoyarportalinum, at nú skal ferð á ruddingina í kommununi.
Eysturkommuna sendi í oktober mánaða í fjør eina kunngerð út í hvørt heim í kommununi, um boð um, at kommuna fór í holt við at rudda í kommununi.
Ætlanin var at kommunan skuldi ruddast og at øll bilvrak, akfør, bingjur, bátar, lutir og útgerð annars, sum uttan loyvi frá kommununi, sum stóðu á almennum ella privatum økjum, skuldu verða beind burtur.
Tí sum kommunan segði í kunngerðini, so er sambært umhvørvislóguni og náttúrufriðingarlóguni er ikki loyvt at lata órudd og bilvrak standa á almennum ella privatum uttanduraøki. Eisini stendur, at ikki er loyvt at ónýtilig akfør verða sett í haga, fjøru, á sjógvi fram við vegi ella aðrastaðni.
Ti var heitt á allar borgarar í kommununi í áttu akfør/lutir og annað tílíkt á almennum ella privatum øki, um at beina hetta burtur skjótast gjørligt. Hetta var galdandi fyri bæði privatpersónar og fyritøkur. Tí um hetta ikki var gjørt innan 20.november 2022, fór kommunan at taka sakina í egnar hendur og burturbeina fyri eigarans rokning.
Borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen, sigur víðari við Eysturoyarportalin, at fleiri fólk og fyritøkur vóru ófør at lurta eftir og akta boðini frá kommununi innan freistin var úti. Men enn eru fleiri sum tíðanverri ikki hava gjørt nakað við trupuleikan. Tí fer kommunan í nærmastu framtíð í holt við arbeiði, at burturbeina fyri eigarans rokning, sigur Per Martin Gregersen.
