Mynd: Politi
Ein 19 ára gamal maður var í Eystara Landsrætti í gjár dømdur 5 mánaða fongsulsrevsing fyri tríggjar harðskapstilburðir, sum vóru framdir í tíðarskeiðnum frá mars til juni í ár.
Revsingin er lutvíst treytaleys, og maðurin skal tí inn at sita í tveir mánaðir. Tríggir mánaðir eru treytaðir við m.a. kravi um samfelagstænastu.
Maðurin var fyrr í ár dømdur í Føroya Rætti. Føroya Rættur setti revsingina at vera 4 mánaða fongsulsrevsing, harav ein mánaður var treytaleysur.
Av tí at maðurin var dømdur fyri tríggjar harðskapstilburðir, har tann eini tilburðurin var fevndur av § 245 í revsilógini um grovan harðskap, kærdi ákæruvaldið málið við kravi um, at revsingin skuldi herðast.
Í gjár var málið fyri í Eystari Landsrætti, sum tók undir við ákæruvaldinum í, at revsingin skuldi herðast. Rætturin legði m.a. dent á, at tann dømdi hevði framt harðskap tríggjar ferðir innan fyri eitt stutt tíðarskeið.