Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.03.2024 14:41

Eystari Landsrættur dømt mann fyri neyðtøku

Mynd: savnsmynd

Føroya politi

Maðurin var í juni 2023 fríkendur fyri neyðtøku í Føroya Rætti.

Í dag var ein 28 ára gamal maður dømdur í Eystara Landsrætti fyri at hava neyðtikið eina 23 ára gamla kvinnu í desember 2022. 

Av tí at maðurin var fríkendur í Føroya Rætti, valdi ákæruvaldið at kæra dómin við pástandi um, at maðurin skuldi dømast. Neyðtøkan var framd aftaná, at § 216 í revsilógini um neyðtøku var broytt til eina samtykkigrundaða neyðtøkuáseting. 

Eystari Landsrættur tók undir við ákæruvaldinum og dømdi mannin 1 ár og 2 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri neyðtøku. Maðurin var sostatt dømdur eftir nýggju neyðtøkuásetingini.