Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.06.2026 23:25

Eystanstevnan 65 ár – Felagsskapur, sjálvboðið arbeiði og menning

Runavíkar kommuna

Røða, sum Arnfinn Langgaard, formaður í ítróttarnevndini helt, tá Eystanstevnan varð sett.

Góðu stevnugestir

Vælkomin á Eystanstevnu. Sum formaður í ítróttarnevndini hjá Runavíkar kommunu er tað mær ein serstøk gleði og heiður at seta Eystanstevnuna og ikki minst her úti á ítróttarøkinum við Løkin, her so nógv av tí virksemi, sum gevur stevnuni lív og innihald, fer fram – og her, sum eg havi havt so nógvar góðar løtur sjálvur.

Í ár hátíðarhalda vit, at Eystanstevnan er 65 ár. Tað gevur okkum høvi at steðga á eina løtu, gleðast um nútíðina og minnast tey, sum undan fóru og løgdu grundarlagið undir ta stevnu og tað samfelag, vit kenna í dag.
Fólk eru komin og farin hesi 65 árini síðani fyrstu Eystanstevnuna, vit minnast ivaleyst øll farnar stevnur og tey fólk, sum myndaðu stevnurnar og feløgini tá. Maður kemur tíbetur í mans stað – og í dag eru tað onnur fólk, sum taka tøk í feløgum á staðnum.

Stevnan byrjaði í 1961 – eini tí, tá hetta økið av álvara fór at vaksa – fólk fluttu til og búsettu seg. Tey komu við hvør sínum førningi – siðvenjum, royndum og dreymum. Og í hesum meldrinum av lokalfólki og tilflytarum spruttu feløgini, sum vit í dag kenna so væl. Úr rúgvuni kunnu nevnast:

-NSÍ og Kongshavnar kvinnufelag í 1957 
-Nes Sóknar Musikkfelag (hornorkestrið) í 1962 
-Svimjifelagið Neptun í 1964 
-Støkk í 1966
-og Kór Glyvra kirkju í 1969

Um tú setti teg at granska gerðabøkurnar hjá hesum feløgunum, hevði tú ivaleyst lagt til merkis, at nógv av nøvnunum hjá stovnarunum gingu aftur í ymsu feløgunum. Fólk tóku ábyrgd og settu feløg á stovn og skipaðu síðani virksemið.
Hesi feløg hava skapt, mangan ósjónligar, træðir, sum binda økið saman bæði í samtíðini, men eisini tvørtur um ár og áratíggju.

Tíðin fyri 65 árum síðani minnir ikki sørt um tíðina í dag. Vit eru í stórum fólkavøstri í løtuni, og fólk úr øllum landinum búseta seg her og gerast partur av lokalumhvørvinum og feløgunum á staðnum.
Í sjálvbodnum arbeiði er sjálvt arbeiði lønin. Vit fáa samband við onnur fólk, vit læra og menna førleikar og uppliva serstaka spenningin í ítróttarkappingum. Sjálvboðið arbeiði er fyri nógv ein lívsstílur og ein týðandi partur av okkara samleika.

Sum íbúgvar í lítlari tjóð vita vit eisini, at nógv bert ber til, tá fólk eru til reiðar til sjálvboðið at geva av síni tíð og sínum førleikum.

Íløgur í karmar hjá ítróttinum eru íløgur í fólkaheilsuna – bæði likamligu og sálarligu heilsuna. Granskingin sigur okkum, at ítróttur og rørsla eru sunn fyri okkum, men vit kenna tað eisini sjálvi – hvør og ein av okkum. Vit kenna tað eftir ein gongutúr, eina venjing ella eina kapping. Vit merkja orkuna, gleðina og vælveruna, sum fylgir við. Summum fellir tað lætt at venja sjálvi, men fyri nógv okkara er rørslugleðin at finna í einum felagsskapi, og júst her hava feløgini so sera stóran týdning.

Fyri okkara børn og ungu eru ítróttarfeløgini ein av týdningarmestu pallunum í uppvøkstrinum. Tey læra sjálvandi at renna skjótari, kasta longri ella spæla betur. Men tey læra eisini so nógv annað. Tey læra at samstarva. Tey læra at taka ábyrgd. Tey læra at møta til tíðina. Tey læra at vinna við eyðmýkt og at tapa við virðing. Og tey læra, at úrslitini koma við miðvísum og tolnum arbeiði.

Mong av teimum virðunum, sum gera okkum til góðar samfelagsborgarar, verða gróðursett júst her. Tí er tað so týdningarmikið, at okkara feløg hava góðar umstøður. At venjarar og leiðarar fáa útbúgving og stuðul. At fysisku karmarnir eru góðir. Og at børn og ung fáa eitt trygt og mennandi umhvørvi, har tey kunnu mennast – bæði sum ítróttarfólk og sum menniskju.

Karmarnir kring ítrótt- og mentan eru nógv betraðir seinastu árini. Beint her hava vit Bylgjuna við fimleikahøll og svimjihøll, sum spratt úr gomlu ítróttarhøllini. Longur inni hava vit Løkshøll, bókasavnið og Gulu smiðju. Og stóri fólkavøksturin setir eisini onnur krøv til lokalsamfelagið, innan eitt nú skúla, dagrøkt og grundstykki til fólk at seta búgv á.
Eystanstevnan er nú sum fyrr bygd á ítróttarfeløgini og teirra virksemi. Hóast tey í tí dagliga fáast við venjing og kapping, er stevnan eitt høvi at skapa annað virksemi til gleði fyri fólkið á staðnum.

Sjálvbodnu ítróttarfeløgini skapa virksemi av áhuga og aktivera hópin av fólki í øllum aldri. Kommunan er viðspælari, og stuðlar undir við kørmum og øðrum skipanum sum ítróttarstuðli og Spjaldrinum. Ein annar viðspælari er lokala vinnulívið, sum við stuðli er við til at tryggja framhaldandi virksemi.

Hetta samanspælið millum sjálvboðin, feløg, vinnulív og kommunalar myndugleikar er fortreytin fyri framhaldandi menning av tilboðunum til okkara børn og ungu og til rørslutilboðini til fólk í øllum aldrum annars.

Eystanstevnan hevur í 65 ár verið ein savningarstaður fyri fólk á hesum leiðum. Hon hevur fylgt samfelagnum gjøgnum vøkstur og broytingar, men kjarnin er hin sama: felagsskapur, sjálvboðið arbeiði og viljin at skapa nakað saman.

Lat okkum tí minnast tey, sum undan fóru, við takksemi. Lat okkum virðismeta tey, sum í dag gera arbeiðið í okkara feløgum. Og lat okkum geva komandi ættarliðum somu góðu fortreytir at byggja víðari á.
Við hesum ynski eg øllum eina góða og hugnaliga Eystanstevnu.

Við hesum er Eystanstevnan 2026 sett.