Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.05.2026 22:59

Eydna fyri Jensu

Eydna Olsen Dalheim er úttikin til A-landsliðið. Her sæst hon vinardysti ímóti Sámalandi við U19- Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Jensa Tórolvsdóttir hevur givið avboð til HM-undankappingardystin móti Georgia. Í staðin hevur Pætur Smith Clementsen úttikið Eydnu Olsen Dalheim.

Føroyska A-landsliðið við kvinnum hevur sett kós ímóti Georgia, har tær fríggjadagin 5. juni skulu spæla HM-undankappingardyst. 

Jensa Tórolvsdóttir hevur givið avboð til dystin, og í hennara stað hevur Pætur S. Clementsen, landsliðsvenjari, úttikið Eydnu Olsen Dalheim.

Ungi víkingaleikarin er við A-landsliðnum fyri fyrstu ferð, men hon er ein royndur spælari. Eydna hevur spælt yvir 40 dystir á føroysku u-landsliðunum.

Dysturin ímóti Georgia verður spældur á David Petriashvili leikvøllinum í Tbilisi Georgia fríggjadagin 5. juni kl. 14:30 føroyska tíð.