Uttanríkis- og fiskimálaráðið
Í hesum døgum vitjar Costas Kadis, ES-nevndarlimur í hav- og fiskivinnumálum, í Føroyum. Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, er vertur fyri vitjanini.
Á fundi seinnapartin umrøddu partarnir viðurskiftini millum Føroyar og ES, samstarv á hav- og fiskivinnuøkinum og møguleikar fyri at styrkja samstarvið frameftir.
Í sambandi við vitjanina varð eisini vitjað hjá Hiddenfjord, umborð á Høgabergi, hjá Ocean Rainforest og á havrannsóknarskipinum, Jákupi Sverra.
Vitjanin í Føroyum varpar ljós á týdningin av góða samstarvinum millum Føroyar og ES.
Í morgin, týsdagin 26. mai, setir landsstýrismaðurin altjóða ráðstevnuna UArctic Congress, har Costas Kadis verður ein av høvuðsrøðarunum.
