Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.06.2026 10:35

Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, sum ikki fylgir upp?

Lesarabræv

Í seinastu viku boðaði Bakkafrost frá, at umhvørvisgóðkenningin fyri lívfiskastøðina í Svínoy var komin til høldar. Góðkenningin liggur nú á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni.

Hetta hevur vakt undran hjá mongum, tí lívfiskastøðin er eftir øllum at døma ikki liðug enn. Tí hevði tað verið hóskandi at spurt Umhvørvisstovuna, hvørji krøv eru galdandi fyri liðugtgerð av eini verkætlan, áðrenn umhvørvisgóðkenning verður latin.

Spillvatnsleiðingin á Norðtoftum

Eisini er vert at spyrja um støðuna á Norðtoftum. Í umhvørvisgóðkenningini fyri smoltstøðina á Norðtoftum stendur greitt, at spillvatnið ikki skal leiðast út í fjørðin við støðina, men skal førast gjøgnum eina útleiðing, sum endar umleið 3 kilometrar frá landi á 60 metra dýpi á streymasjógvi.

Tíverri brotnaði henda leiðingin í ringum veðri stutt eftir, at hon varð tikin í nýtslu. Mær kunnugt er einki gjørt við hana síðani. Eg finni heldur einki á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni um nakað undantaksloyvi ella aðra góðkenning, sum loyvir hesum.

Tí kundi eg hugsa mær at vita

  • Er raksturin framvegis í samsvari við galdandi umhvørvisgóðkenning?
  • Eru gjørdar kanningar av botni og umhvørvi har spillvatnið í veruleikanum kemur út, ella bert har tað skuldi komið út sambært góðkenningini?

Um munnin á útleiðingini ikki hevur verið virkin í fleiri ár, hevði tað verið áhugavert at fingið svar upp á, um kanningarnar eru gjørdar:

  • við Sunnara Enni á 60 metra dýpi, har útleiðingin sambært góðkenningini skuldi enda, ella
  • við lívfiskastøðin á Norðtoftum, har spillvatnið eftir øllum at døma í veruleikanum kemur út.

Hetta eru ikki politiskir spurningar, men heilt grundleggjandi spurningar um eftirlit og handfaring av teimum treytum, sum Umhvørvisstovan sjálv hevur sett.

Tí er tað rímiligt at spyrja

Er Umhvørvisstovan ein virkin eftirlitsmyndugleiki, ella er hon eitt stempulkontór, sum útskrivar góðkenningar uttan at fylgja upp upp á, um treytirnar verða hildnar?