Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.05.2023 10:36

Enn ein nýggur almennur stovnur setast á stovn í Tórshavn!

Mynd: Eysturoyarportalurin

EYP

Í gjár fingu Føroyar nýggja náttúruverdarlóg. Alt gott um tað. Hetta er eisini eitt alneyðugt stig fyri okkara lítla land, sum jú hevur eitt sera ríkt djóra-og plantulív. Men sum eisini kann verða sera viðbreki, serliga við allari okkara ferðavinnu sum hevur veruliga tikið dik á seg seinastu árini. Men eisini tá stór og smá inntriv og broytingar skulu gerast í náttúruna. Tað hava vit tíðanverri sæð hópin av keðiligum dømum uppá. 

Men tað sum nokk nógv bitu merki í, kanska serliga tey uttanfyri Havnina, vóru orðini hjá formanninum í Bóndafelaganum, Siggerti Patursson, sum segði seg beinleiðis stúra fyri ov nógvum embætismannaveldi. 

Í KVF í gjár, segði hann seg stúra fyri, at hendan nýggja lógin fer at føra til ov nógv embætismannaveldi, har alt um okkara náttúru verður stýrt beinleiðis av kontórfólkið úr Tórshavn. 

Í sjónvarpsstovuni í gjár sóu vit so landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, tosa um hesa nýggju lógini, har hon frøddist um hetta stigið sum nú var tikið og at náttúruvernd nú er eitt týðandi samfelagsáhugamál. 

Men spurd fleiri ferðir av tíðindakvinnuni hjá KVF um hon ikki var stúrin, at øll avgerð um náttúruna nú var tikin av almennu fyrisitingini í Havn. So var svarið nei. Til spurningin svaraði hon, at øll avgerð um náttúruvernd nú mátti byggjast á einum vitanargrundarlagi og skal avgerðin nú takast í Havn. Ístaðin sum fyrr, tá atlit var tikið um fagurfrøði, og sjáldsemi og har jarðeigarar og lokalfólkið tók avgerðina. 

Og víðari segði hon, at nýggja almenna náttúrufyrisiting, skal liggja undir Umhvørvisstovuni, og skal nú skal definera hvat eru týðandi samfelagsáhugamál. Dugnalig fólk við fagligari vitan koma at arbeiða við tí, segði landsstýriskvinnan.

Men spurd umaftur og umaftur, um hvussu hon hevði tað við stúranini og atfinningunum hjá Siggert Patursson, so svaraði hon, at jarðeigarar og onnur lokal sluppu at verða hoyrd, men at avgerðin altíð lá í Tórshavn.

So kann ein spyrja seg sjálvan: Er kontórveldið í Tórshavn egna at taka avgerðir um náttúruna? Hví eru gomlu siðirnir um bygdastevnur og annað tikið av borðinum? Hvat fyri nátturáeginleikar og samband við náttúruni hava politikkari og tann almenn fyrisiting í Tórshavn, sum bóndarnir og lokalfólkið ikki hava? 

Og hví skal ein almenn fyrisiting um okkara náttúru liggja í Tórshavn, tá næstan eingin náttúra er eftir í Tórshavn?

Hesum spurningum stendur ein eftir við, nú sum sagt, nýggj náttúruverndarlóg er samtykt í Løgtinginum og enn ein nýggj almenn fyrisiting setast á stovn í høvuðsstaðnum.