Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.12.2024 13:34

Enn ein leikari úr NSÍ skiftir til EB/Streym

Mynd: EB/Streymur

EB/Streymur

Fyrr í vetur hevur EB/Streymur gjørt sáttmála við Búa Egilsson og Mórits Heina Mortensen úr NSÍ. Og nú er so triðji leikarin úr NSÍ komin til EB/Streym. Talan er um 23 ára gamla verjuleikaran Meinhard Geyti.

Meinard hevur spælt 37 dysti í Betrideildini við NSÍ, har hann heuvr skotið eitt mál. Harafturat hevur hann spælt fýra dystir í kappingini um løgmanssteypið og 96 dystir í 1. deild, har tað er blivi til 7 mál.

“Meinhard er ein sterkur verjuleikari, sum bæði kann spæla í miðverju og sum síðubakkur, er góður defensivt 1 móti 1, arbeiðssamur og aggresivur.” Sigur Sigrfríður Clementsen um nýggja leikaran.

Meinhard sigur í viðmerking við heimasíðuna: “Eg eri spentur og klárur til nyggju avbjoðingina og vónandi fer tað at ganga gott”

Vit bjóða Meinhardi vælkomnan til EB/Streym og gleða okkum at síggja hann í EB/Streyma búnanum.