Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.04.2026 12:29

EM-lutakast hósdagin

Mynd: HSF

Hondbóltssamband Føroya

Komandi hósdag, tann 16. apríl kl. 17.00, føroyska tíð, verður lutakastið til EM-endaspælið hjá kvinnum. Tá verður eisini greitt, hvørt Føroyar skulu spæla í Oradea ella Cluj-Napoca í Rumenia, í Brno í Kekkia ella Katowice í Póllandi.

Føroyar koma ikki at spæla í Antalya í Turkalandi ella í Bratislava í Slovakia, hetta tí at Føroyar eru í sama styrkislagi sum Turkaland og Slovakia. Millumumførini verða leikt í Cluj-Napoca í Rumenia og Katowice í Póllandi, har finaluvikskiftið eisini verður leikt.

Lutakastið verður í Katowice og kann stroymast á ehfttv.com og Home of Handball á youtube.

Styrkismetingina sær soleiðis út:
Pottur 1: Noreg, Danmark, Ungarn, Frakland, Svøríki, Niðurlond

Pottur 2: Týskland, Montenegro, Pólland, Rumenia, Spania, Kekkia

Pottur 3: Turkaland, Slovakia, Slovenia, Sveis, Eysturríki, Føroyar

Pottur 4: Kroatia, Serbia, Ísland, Norðurmakedonia, Ukraina, Grikkaland

EM-endaspælið verður leikt í døgunum 3. til 20. desember í Katowice í Póllandi, Cluj-Napoca og Oradea í Rumenia, Bratislava í Slovakia, Brno í Kekkia og Antalya í Turkalandi. Les meira um endaspælið her: Follow the Women’s EHF EURO 2026 draw on 16 April