Tíðindaskriv
Ellivu var við til gullregnið í Sarpugerði og hevur sett spurningin – hvat er loynidómurin? Víkingur hevur framt eitt satt bragd. Felagið hevur við áleið 2.300 íbúgvum vunnið meistaraheitið við næstan bara lokalum spælarum. Hetta er óhoyrt í nýmótans fótbólti.
Fyri at skilja ótrúliga meistaraheitið hjá Víkingi skalt tú skilja søguna, samanhangin og viljan at vinna í Sarpugerði. Vit byrja tí greinina við søguni um friðarsamráðingarnar heima hjá Brandi Jacobsen, “The Godfather” í føroyskum fótbólti, sum mátti brúka allar snildir fyri at halda saman upp á vinnararnar í skiftirúminum.
Hvat hendi?
Eftir tapið móti HB í steypakappingini fríggjakvøldið 23. august er ónøgdin stór í skiftirúminum hjá Víkingi. Tað blívur ilt millum Jóhan Petur Poulsen og Atla Gregersen. Tað er einki nýtt í fótbólti, men júst hetta kvøldið kókar yvir. Orðadrátturin er so harður, at formaðurin verður tilkallaður.
– Eg veit ikki hvør hevur skyldina og hvat er sagt, tí eg stóð á vøllinum, tá ein spælari kemur til mín og sigur, at eg heldur má koma inn í skiftirúmið, fortelur Brandur við einum brosi.
Dreymurin um FM vinnur á ósemjuni
Leygardagin 24. august er stórur dagur í Eysturkommunu. Nýggi Finnur Fríði verður doyptur og stjórin á Fiskavirkinum, Brandur Jacobsen, er sjálvandi á staðnum, men hann fær lítið við at heiðursløtuni.
– Eg stóð umborð á Finni Fríða og tosaði í telefon. Skiftivís við Jóhan Petur og Atla. Eg fekk næstan einki við av hátíðarhaldinum, sigur formaðurin.
Jóhan Petur Poulsen og Atli Gregersen játta at leggja stríðsøksirnar, eftir ein tiltiknan morgunmat hjá formanninum. Virðingin teirra millum er stór og vinnur á ósemjuni. Vinnarar vilja vinna. Eftirfylgjandi vann Víkingur sannførandi 4-1 á B36 og 3-0 á NSÍ.
Í blaðnum letur Jóhan Petur Poulsen, venjari hjá Víkingi, eisini hurðina upp inn til venjararúmið og fortelur sína søgu. Géza Dávid Turi fortelur um dreymin at spæla á føroyska landsliðnum og hjá kvinnunum heilsa vit upp á møðgurnar Maibritt og Eydnu.
Hvussu er tað at vera makin aftanfyri fótbóltsspælaran? Í Onglandi eru tær kendar sum WAGS og eru nógv frammi í miðlunum, men hvussu er í Føroyum? Uni Leitisstein Hansen hevur sett trimum fótbóltsfrúum stevnu á Hotel Brandan.
Í nýggja táttinum ”Vit sum hava spælt ein landsdyst”, greiðir Palli Augustinussen frá sínum landsdysti, sum endaði við sigri. Vágbingurin gloymdi tó at verja sigurin heim, tá hann kom inn. Og so hevur hann upplivað at fáa landsliðsboð, meðan hann sólaði sær á Mallorka.
Hesa ferð er tað John Petersen, sum velur sínar bestu 11. Hann hevur verið partur av fleiri FM-vinnandi liðum, spælt uttanlands og verið á landsliðnum saman við nógvum góðum spælarum. Ungur spælararnir at hava eyguni eftir eru Aron Benjaminsen og Brá Zakariasardóttir.
Vit vóru við, tá NSÍ vann greipuna hjá kvinnum, vit taka samanum tey fimm árini við Håkani Ericson, umstrídda skiftið hjá Hanusi Sørensen til NK Celje og hyggja nærri at Fótbóltssambandinum og hvussu tað er sett saman.
Gleðilig jól, gott nýggjár og góðan lesihug
*Haldaraskipanin verður strikað
Ert tú haldari av Ellivu, so er hetta seinasta blaðið, sum kemur í postkassan á hesum sinni. Vit hava strikað haldaraskipanina og leggja um, so blaðið nú kann bíleggjast á heimasíðuni hjá Gamla Bókhandli, um tú vilt hava tað beint í postkassan. Ellivu verður framvegis til keyps í handlum kring alt landið.
Deil á Facebook