Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.02.2024 12:41

Elinborg vorðin partur av ‘Doomstar bookings’

Elinborg er vorðin partur av Hollendska bookingfelagnum ‘Doomstar bookings’.

Tíðindaskriv

Í dag er kunngjørt, at Elinborg er vorðin partur av Hollendska bookingfelagnum ‘Doomstar bookings’. Felagið er ígjøgnum tíðina vaksið markant, og í dag er føroyska Elinborg vorðin partur av teirra toymi, har tey fara, at taka sær av øllum konsertunum hjá Elinborg framyvir.

Elinborg skrivar soleiðis á Doomstar heimasíðuni:

“I am very pleased, and thrilled to announce that I’ll be joining the amazing Doomstar team! From now on Zoltan Jakab will be my booking agent and I’m very excited for what’s to come as I’m putting all my energy into my upcoming album. I’m so ready for this new adventure, and can’t wait to hit the road!”

Sambært hesum kemur Elinborg við nýggjari útgávu í 2025.