Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.08.2023 11:40

Elduvíksdagur var hildin í gjár

Mynd: Elduvíksdagur í góðveðrinum í gjár (Tórbjørn Jacobsen)

Elduvíksdagur var hildin í góðveðrinum í gjár.

Fitt av fólki var møtt upp í góðveðrinum, har fleiri tiltøk vóru á skrá – bæði úti og inni.

Inni í stóra tjaldinum, sum var uppsett mitt í bygdini, var tað borgarstjórin í Runavíkar kommunu sum helt eina røðu og hugleiddi m.a. um bygdina. Eisini var bókin “Á Dunganum – min bedstefars hus, – en slægtsfortælling“, sum Erik Haraldsen hevur skrivað, umrødd.

Eisini spældu bæði Guðrið Hansdóttir og Sámal Ravnsfjall nakrar sangir, meðan felagssangur eisini var á skránni. Seinni á kvøldinum fór Eysturoyar Dansifelag eisini upp á gólv.

Ikki kann sigast annað, enn at tað var ein stak góður og væl fyriskipaður dagur í Elduvík í gjár.

Myndirnar eigur Tórbjørn Jacobsen