Løgreglan upplýsir fyri løtu síðani, at eldur er í einum bussi omanfyri Norðskála. Eingin persónur i bussinum.
Eingin gjøgnumkoyring á staðnum og landsvegurin er stongdur.
Løgreglan biður fólk um at geva pláss fyri neyðsendarakførum.
Uppdatering kl. 1056:
Eldurin er sløktur, men nógvur roykur er á staðnum. Bussurin stendur umleið 100 m norðanfyri rundkoyringina við Hvítabrúgv.
Koyrandi er gjøgnum rundkoyringina, men breytin til Eiðis er lukkað. Tey, ið skulu til Eiðis mugu koyra gjøgnum Norðskála.