Lesarabræv
Eldraøkið var mestsum ikki nevnt í ólavsøkurøðu løgmans, tí var tað høvuðsfokus hjá undirritaðu til viðgerðina í Løgtinginum í dag.
“Ein glotti fyri framman, ytst á havsbrúnni hómast ljós”.
Soleiðis byrjar løgmaður ólavsøkurøðuna.
Skjótt er tó, at glottin kann gerast til myrkur, um vit ikki bera okkum rætt at.
***
Vit vita, at størsta avbjóðingin komandi nógvu árini er, at aldursamansetingin í Føroyum broytist.
Vit vita, at vit fara at gerast nógv fleiri eldri, og at miðalaldurin bara hækkar. Samstundis missa vit fimta hvønn føroying til onnur lond.
Vit eru ávarað. Vit vita at ódnin kemur. Og talan verður um eina skaðaódn, um vit ikki fyrireika okkum væl.
Men heldur enn at surra, binda fyri og tryggja leysar lutir, tosa vit bara um veðrið í dag.
***
Eldraøkið hoknar.
Í summar hava fleiri avvarandi alment kært sína neyð. Teirra kæru eldru fáa snøgt sagt ikki ta hjálp teimum tørvar.
Tað er óvirðiligt.
Stórt trot er á røktarheimsplássum, sum er kommunal ábyrgd. Men størsta trotið eru heilsu- og røktarstarvsfólk. Tað ávirkar ikki bara røktina á røktarheimum, men gongur eisini útyvir tey, sum hava tørv á heimahjálp kring landið.
Og tað er okkara ábyrgd.
Løgmaður sigur í ólavsøkurøðuni, at:
“Eitt gott samfelag verður mátað eftir, hvussu væl vit fara við okkara egnu borgarum, sum hava gjørt sínar skyldur og tikið ábyrgd gjøgnum eitt heilt arbeiðslív”
Her skulu vit ansa eftir ikki at dumpa – um vit ikki longu eru dumpaði.
***
Vit mugu taka annað skinn um bak og gera broytingar bæði á eldraøkinum og á útbúgvingarøkinum.
Tí støðan er tíverri hættislig.
Búskaparráðið hevur víst á, at tørvurin á starvsfólkum verður upp ímóti 750 ársverk komandi 10 árini. Og talan er um ársverk – ikki starvsfólk.
Nógv starvsfólk á eldraøkinum arbeiða niðursetta tíð, so veruligi tørvurin á starvsfólkum verður uppaftur størri!
Bara demografisku broytingarnar hava við sær ein øktan tørv á umleið 450 starvsfólkum. Harafturat kann væntast, at umleið 300 av teimum, sum arbeiða á økinum í dag, fara frá vegna aldur komandi 10 árini.
***
Samstundis standa útbúgvingarpláss tóm.
Á heilsuhjálparaútbúgvingini hava millum 45 og 70 prosent av plássunum staðið tóm seinastu árini.
Á heilsurøktaraútbúgvingini standa umleið helvtin av plássunum tóm.
Tað er ikki nóg gott.
Vit mugu eggja fleiri ungum – bæði kvinnum og monnum – at velja vælferðarútbúgvingar.
Men fyrst og fremst mugu vit tryggja, at útbúgvingin er tøk, har tørvurin er.
Sum er, er ein alt ov stórur partur av starvsfólkunum á eldraøkinum ófaklærd – og lutfallið millum faklærd og ófaklærd fer bara at versna.
Bara í Tórshavnar kommunu mangla longu umleið 150 heilsurøktarar.
Og tørvurin fer bara at vaksa.
***
Tí eigur tað eisini at bera til at útbúgva seg til heilsuhjálpara og heilsurøktara í meginøkinum.
Alt annað er at spæla hasard við eldraøkinum.
Hvussu ber tað til, at vit hava tveir maritimar skúlar, sum liggja 40 minuttir frá hvørjum øðrum, men bara ein fjarskotnan heilsuskúla, hóast vit vita, at eldraøkið verður størsta vælferðaravbjóðingin komandi árini?
***
Løgmaður fegnast um, at nógv ung velja at fáa sær eina yrkisútbúgving – og tað er sanniliga gleðiligt.
Men um ongin er, sum nemur sær útbúgving til vælferðarøkini, so koppar vælferðarsamfelagið.
***
Broytta aldurssamansetingin fer eisini at bjóða okkara heilsuverki av. Eitt heilsuverk, sum frammanundan er spert.
Fleiri eldri, merkir eisini fleiri innleggingar, fleiri við kroniskum sjúkum, fleiri við demensi, størri tørvur á rehabilitering, meira heilivágur osfr.
***
Tí mugu vit styrkja og fyrireika heilsuverkið til tíðirnar, sum koma. Tað krevur samstarv millum sjúkrahúsini, greitt ábyrgdar- og arbeiðsbýti og ein sterkan primeran geira.
Nýggjur heilsupolitikkur varð gjørdur seinasta valskeið, nýggjur sjúkrahússtjóri er júst settur og vónandi er politiska skipanin búgvin til at taka góðar avgerðir fyri Føroyar.
***
Tá vælferðin ikki røkkur, flyta vit uppgávurnar heim til familjurnar.
Og vit vita eisini, hvør oftast tekur uppgávurnar á seg.
Tað gera kvinnurnar…
Tá foreldur gerast veik.
Tá demensur rakar.
Tá børn hava serligan tørv.
Tá bíðitíðirnar til psykiatriska depilin gerast ov langar.
Tá er tað framvegis oftast kvinnan, sum fer niður í tíð, tekur frí ella heilt gevst at arbeiða.
Tí er vælferð eisini javnstøða.
Ein kanning hjá Alzheimersfelagnum vísir, at avvarðandi ofta kenna seg strongd, og at bæði arbeiðslív og fíggjarstøða verða ávirkað.
Tað er ikki í lagi.
***
Løgmaður sigur í røðu síni, at neyðugt er at:
“Styrkja samanhaldið millum ættarliðini í Føroyum. Samantvinna ung og eldri”.
Tað er ein vøkur visjón.
Men hon verður ikki veruleiki við føgrum orðum aleina.
Hon krevur handling.
Hon krevur røktarheimspláss.
Hon krevur fleiri heilsu- og røktarstarvsfólk.
Hon krevur eitt sterkt heilsuverk.
Hon krevur góðar dagstovnar og skúla.
Og hon krevur, at vit at raðfesta vælferðina.
Tað er grundarlagið undir einum samfelagi, har bæði ung og eldri kunnu liva eitt gott lív.
***
Við góðari vælferð geva vit familjum bestu karmar at trívast, vinnuni bestu fortreytir at virka, vit fremja javnstøðu og skapa trivnað tvørturum ættarlið.
Og tað er eftir mínum tykki besta íløgan, vit kunnu gera í Føroyum.
Um vit ikki gera tað, gerast føgru orðini hjá løgmanni til eina hvørvisjón.
Takk fyri!
Liljan Weihe
Løgtingskvinna, Tjóðveldi