Sunda kommuna
Aftur í ár verður skipað fyri eldradegi í Sunda kommunu. Í ár verður hann leygardagin 20. apríl í Eydnuni á Oyrarbakka
Dagurin byrjar við morgunmati kl 9.30, og er liðugur áleið kl.15.00.
Nærri lýsing av tiltakinum verður kunngjørd tá dagurin nærkast.
Tilmelding
Tiltakið er ókeypis, og fyri allar borgarar í Sunda kommunu, ið eru 60 ár og eldri.
Tekna teg til her ella ring/skriva til Winnie Hansen á tlf 222583. Eisini ber til at skriva seg upp í Blákolluni.
Deil á Facebook