Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.12.2022 13:15

Einki barnagarðsgjald í desember – Eiðis kommuna

Mynd: Eiði

Á bygdaráðsfundinum hjá Eiðis kommunu mánakvøldið vóru fleiri mál á skránni. Millum málini kann nevnast skattaprosentið, sum verður verandi á 18,75%, sum er eitt tað lægsta prosentstig landsins.

Eisini verður barnafrádrátturin hækkaður upp í 8.000 krónur. Hetta er ein hækking á 500 krónur.

Umframt hetta, var bygdaráðið samt um, at fyri desember mánað í ár verður barnagarðsgjaldið avtikið. Soleiðis at foreldur at børnum í Korndalsgarði fáa eina jólagávu frá Eiðis kommunu. Hetta gjald umfatar øll børn í Korndalsgarði, Alduni og Spíranum.