Nú er greitt, at eingin Robert Lewandowski verður at síggja á Tórsvølli tann 12. oktober.
Polska landsliðstoymið hevur í dag kunngjørt at Robert Lewandowski fekk ein skaða í dystinum millum Porto og Barcelona í gjár, ein dyst sum Barcelona vann 1-0.
Tískil verður hann ikki við til komandi landsliðsdystir móti Føroyum og Moldova, samstundis sum at hann eisini kemur at missa nakrar dystir hjá Barcelona.
Føroyar spæla móti Pólandi á Tórsvølli 12. oktober kl. 19.45.
Deil á Facebook