Tað skuldi verða dystur á Skála í dag, tá besta liðið hjá monnunum skuldi spæla ímóti B71. Men tað var av ongum orsakað av vánaliga veðrinum.
Á heimasíðuni hjá Skála Ítróttarfelag stendur soleiðis: “Fyri veður er dysturin í 1. deild millum Skála og B71 útsettur. Væntandi verður dysturin spældur 2. hvítusunnudag. Endalig boð um tað, koma so skjótt tað er fastlagt.”
Í dag var eisini ætlanin at nýggja graslíkið skuldi takast í brúk. Men tað verður ístaðin komandi mánadag.
Eisini 1.deildardysturin við Margáir millum EB/Streym og B36 er útsettur vegna veður.