Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.09.2023 10:03

Ein ungur Mortensen sett seg í stjórastólin

Jákup Mortensen er stjóri í NSÍ (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Tað var tann 7. juni í ár, at NSÍ boðaði frá, at Jákup Mortensen (yngri) var settur sum stjóri í NSÍ.

Nú hann hevur sitið í gott 3 mánaðar í stjórastólinum, hitti Eysturoyarportalurin fryntliga unga mannin við vøllin við Løkin, har hann í løtuni húsast í einum umbygdum skúrið, sum er gjørdur til eitt kontór.

Her húsast vit, inntil nýggja skýlið aftanfyri málið er liðugt. Vónandi verður tað ikki so leingi. Tá fáa vit egið pláss og egið NSÍ kontór at húsast í. Tað er hart tiltrongt. So vit gleða okkum ógvuliga nógv.

Hetta er eitt vanligt fulltíðarstarv. Eg møti her um 8 tíðina, og so eri eg her til klokkan 16, ella onkuntíð longri. Onkuntíð kunnu dagarnar tó verða nakað væl longri. Men mær dámar tað væl. Hetta er eitt fantastiska spennandi starv.

Tað eru nógvar praktiskar – bæði smáar og stórar – uppgávur sum fylgja við hesum starvinum, sigur Jákup.

Men hetta starvið ger jú eisini, at gerandisdagurin hjá øllum rundan um felagið, bæði hjá venjarum og hjá nevnd, verður lættari og smidligari á allan hátt. Nú skal alt gjøgnum meg – uppgávur og annað – áðrenn tað verður koyrt víðari í skipanini. So nú er meira strukturur á øllum og nú skulu fólk bert venda sær til ein persón í felaganum, tá ið tað kemur til alt tað praktiska.

Jákup er 26 ára gamal og hevur lokið prógv sum lærari á Setrinum. Jákup er uppvaksin í NSÍ og við Løkin, og hevur bæði verið aktivur sum leikari og sum venjari í felagnum. Hann er í dag høvuðsungdómsvenjari í felaganum.

Hann hevur millum annað eisini tikið UEFA B prógv í 2019.

Jákup er sonur navnframa NSÍ´arin Trygva Mortensen og abbasonur NSÍ legenduna Jákup Mortensen, sáli, sum eisini er ein ímynd av felaganum.

So súrepli er ikki dottið so langt frá træðnum.