Mynd: Savnsmynd
Í morgun sóu fólk av landið, okkurt sum kundi verið ein grind. Ein bátur var sendur út at kannað, men tað vísti seg skjótt, at hetta hvørki var grind ella springarar, men ístaðin ein sera stórur bólkur av nísum, sum svam mitt inni á Gøtuvík. Mett var at talan var um áleið 80 nísur.
Jens Jensen sýðslumaður, sigur við Eysturoyarportalin, at einki meira verður gjørt við málið. Nísur eru ikki fevndar av grindalóguni.
Deil á Facebook