Mynd: Bjarni K. Petersen
Lesarabræv
Ein óskikkur hevur stungið seg upp millum fólkatingslimir okkara seinastu árini. Føroysku fólkatingssessirnir eru eftirhondini blivnir til stuðulskontór fyri verkætlanir av øllum handa slag. Vit hava sæð dømi um, at sessirnir eru brúktir til at fíggja verkætlanir í Føroyum, sum undir vanligum umstøðum áttu at verið rindaðar av kommunum ella landi í Føroyum.
Løgtingið hevur eina ábyrgd at raðfesta, tað er partur av arbeiðsuppgávuni. At krevja inn skattir og avgjøld, og so raðfesta, hvussu skatturin skal brúkast. Tí tað er ikki óendaligt til av pengum, og mann kann ikki gera alt – í øllum førum ikki í senn. Landið og kommunurnar skulu svara sínum, og tað er ikki altíð, at borgarin heldur, at tað verður raðfest rætt. Viðhvørt verða stuttligar og spennandi verkætlanir ikki raðfestar, tí at meirilutin hevur aðrar ætlanir. Soleiðis er fólkaræðið.
Tað, sum máar støðið undan myndugleikunum í Føroyum, er, at føroyskir borgarar og felagsskapir í dag kunnu seta seg í samband við ein fólkatingslim, har einki er óført. Fólkatingslimurin hevur nærum óavmarkaða atgongd til danskar skattakrónur, sum kunnu brúkast til stuttligar verkætlanir. Fólkatingslimurin hevur onga ábyrgd av borgarunum í Føroyum, men ger seg populeran við at lata pengar, sum løgtingið ikki vildi ella kundi lata.
Eisini eru teir við til at kroysta løgtingið at raðfesta øðrvísi, tí at verkætlanirnar, sum fólkatinglimurin arbeiðir við, verða bert fíggjaðar, treytað av at løgtingið er við. Hetta kenna vit fleiri dømi um, og harvið ganga sitandi fólkatingslimirnir beint móti vilja løgtingsins.
Vit skulu hava ein fólkatingslim, sum arbeiðir ábyrgdarfult. Sum veit, hvør hansara leiklutur eigur at vera, og hvønn leiklut hann ikki skal hava. Framsókn fer ikki at keypa sær undirtøku á Fólkatingi við pengum hjá øðrum.
Framsókn sigur nei til undirbrotligheitina, ið valdar á Borgini í dag, og fer ikki at undirgrava myndugleikarnar í Føroyum við at skaffa danskar skattakrónur, har ið tær føroysku ikki røkka.
Vit vilja ikki ganga við hatti í hondini, men vilja taka lógvatøk, sum flyta Føroyar framá móti størri sjálvræði og ávirkan.
Bjarni Kárason Petersen
Fólkatingsvalevni fyri Framsókn