Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.10.2023 17:16

Ein býarmynd hvørvur

Mynd: Eysturoyarportalurin

Í dag vóru arbeiðsmenn í ferð við at ríva lítla gula byggningin, miðskeiðis í Saltangará, á Heiðavegi 38, niður.

Ein byggningur, sum nokk mest er kendur av teimum lokalu á eystara armi á Skálafjørðinum sum “Kioskin hjá Lisabeth”.

Núverðandi eigari, upplýsir fyri Eysturoyarportalinum, at enn er ongin endalig avgerð tikin um hvat nýggja húsið skal nýtast til.

Men møguliga verður tað eitt pizza-stað, ein kafé ella okkurt í tí sambandi, verður upplýst.

Myndir: Eysturoyarportalurin