Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.06.2023 18:18

ein bein linja ein bogin

– Nýggj bók við yrkingum og fotomyndum eftir Guðrið Poulsen  

eg kanni spor í umhvørvinum 

spor av menniskjum 

av djórum 

veðurbarda landslagið 

Leygardagin klokkan 15.00 er bókaframløga í Býarbókasavninum í Havn.

Bókin hjá Guðrið Poulsen ”ein bein linja ein bogin” er ein gonguferð í yrkingum og í fotomyndum gjøgnum tað staðið, har býurin byrjar og endar, gjøgnum tey markamót, har vit møta bæði náttúruni og ranguni á býnum í senn, bæði nútíðini og fortíðini. Vit eru á eini gonguferð til markið millum tað, sum vit skilja, og tað sum er við at detta sundur, til minnir um landið og til alt tað, ið er mannaskapt í náttúruni. 

Bókin snýr seg um at ganga, oftani í lendinum kring Havnina og á Suðurstreymoynni, har høvundurin býr. Hon endurvitjar grótbrot, Húsahaga, ið er eitt tyrvingarpláss fyri allan høvuðsstaðin. Bókin er fylt við stillum og sansandi fotomyndum av t.d. lendinum og skipanum og strukturum við grótbrotum og byrgingum. Hon siterar Andrei Tarkovsky: ”men vit ganga ikki beint fram her. Vit ganga ein umveg”. Hon skrivar um seg sjálva, men eisini um pápa sín.

 Hvat hava so hesar yrkingar og fotomyndir til felags? 

At hesin heimurin, hon gongur í, er tongdur at einum serligum eyga fyri bæði veruligum objektum, men eisini fyri ætlanum og horvnum sporum. Hesin heimurin er, sum tey siga á fronskum, eitt terrain vague, tvs. eitt millumstað og eitt óvist stað, ein heimur av bæði eldri verkætlanum, av skrelli, skrambli, ið blandast við tonkum um, hvussu framtíðin fer at vera einaferð. 

Hendan ’jarðarpoesi’ setir orð á, hvat tað merkir at liva á jørðini, hvussu tað er at vera til í einum landslagi, at kenna ein serligan taktilitet, hvussu likamið er til í einum rúmi, millum náttúruna og okkara broytingar av henni, hvussu minnir um ættarlið og teirra spor finnast í heiminum. 

Guðrið Poulsensa yrkinga- og fotobók er ein skreytútgáva, hon er útgivin í einum avmarkaðum upplagi. 

Eksil 2023 

Guðrið Poulsen 

Prent: Føroyaprent 

Rættlestur: Sanna Andrassardóttir Dahl 

Sniðgeving: Jovan Dimoski 

Skrifttypur: Minion Pro & Bahnschrift 

Pappír: Munken Pure Rough 300 gram og 120 gram Munken

Takk: 

Mentanargrunnur Landsins 

Fjølrit 

Tórshavnar Kommuna

Bank Nordik Savnið

Kostnaður 250 kr.